umhvørvispolitikkur


Tórshavnar kommuna er farin at orða ein grønan umhvørvispolitikk, sum stingur út í kortið, hvussu vit tryggja okkum, at vit í øllum lutum taka atlit at umhvørvinum.

Fjølbroytta náttúran er grundarlagið undir øllum virksemi, og lívsgóðska er tætt knýtt at reinari náttúru. Tí tekur kommunan ábyrgd saman við øðrum og fer nú at seta ferð á grønu framtíðina. Dentur verður lagdur á at menna og troyta reinar og varandi orkukeldur, og tær steinrunnu verða skerdar og avmarkaðar.

Eingin ivi er um, at vit hava fleiri avbjóðingar á umhvørvisøkinum, og tær eiga allar at verða tiknar í álvara. Útlátið av vakstrarhúsgassi er framvegis høgt og somuleiðis nøgdirnar av dálkingarevnum í umhvørvinum.

Fyri at fata so vítt sum gjørligt verður arbeiðið við politikkinum skipað í arbeiðsbólkum, sum eru mannaðir við serkønum fólki og áhugabólkum í samfelagnum.

Kommunan leggur somuleiðis dent á, at hvør einstakur borgari er við til at mynda umhvørvispolitikkin. Tí verður heitt á øll um at koma við hugskotum um, hvussu grøna kósin skal verða sett.

Í umhvørvispolitikkinum verður dentur lagdur á nýhugsan og nýskapan við støði í reina umhvørvinum.

Hvussu skulu vit raðfesta umhvørvið í Tórshavnar kommunu? Sig tína hugsan niðanfyri.
Set tín dám á umhvørvispolitikkin