Heilsu- og umsorganartænastan

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað við einum stjóra og trimum eindum, hvør við sínum leiðara.

Í samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni eru 375 ársverk. Tilsamans starvast umleið 550 fólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Í Heilsuhúsinum er tvørfaklig visitasjón til røktartænastur og tilboð. Heilushúsið veitir eisini ávísar tvørgangandi tænastur til røktareindirnar og stendur fyri fyribyrgjandi tilboðum, venjingum, heimavitjanartænastu, rehabilitering v.m.

Borgarar, sum hava tørv á tænastum og tilboðum - eitt nú at søkja um røktarbúpláss ella heimahjálp, skulu venda sær til móttøkuna í Niels Finsens gøtu 31. Har ber eisini til at fáa vegleiðing um umsóknarbløð, tænastur, tilboð, rættindi v.m.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Stjóri í Heilsu- og umsorganartænastuni er Eyðfríð L. Jacobsen, og eindarleiðarar eru Marjun Poulsen, leiðari fyri Heilsuhúsið, og ávíkavist Asta Marjunardóttir og Maiken Olsen fyri eind 1 og eind 2. Heilsuhúsið heldur til í realskúlanum í Tórsgøtu 25. Les meira um bygnaðin í Heilsu- og umsorganartænastuni HER.
Kunna teg nærri
Heilsuhúsið
Tórsgøta 25
FO-100 Tórshavn

Umsiting og móttøka
Niels Finsens gøta 31
FO-100 Tórshavn

Telefon 30 20 00 mán.- frí. kl. 8.00-15.30.

Hava tygum átrokandi boð uttan fyri vanligu telefontíðina um kvøldið og í vikuskiftinum ber til at ringja hesi nummur:

Sjúkrarøktarfrøðingar millum kl.15.30 – 07.00, telefon 79 31 99

Starvsfólk (heimahjálp) í vesturbýnum
millum 15.30 – 23.00, telefon 79 31 21

Starvsfólk (heimahjálp) í eysturbýnum millum 15.30 – 23.00, telefon 79 31 61

Teldupostur til móttøkuna: heilsuhusid@torshavn.fo

Faksnummarið í móttøkuni er 31 71 45
Matartænastan
Góður kostur er alneyðugur. Her fáa tygum at vita, hvussu tygum kunnu bíleggja døgurða frá Lágargarði. Umsóknarblað og leiðbeining um tilmelding, sjúkrakost, kostnað og gjald: Tilmeldingarseðil til matartænastuna.pdf