Tórshavnar Musikkskúli


Skúlin veitir frálæru í tónleiki sambært ásetingum í løgtingslóg nr. 69 frá 7. juni 1984 um tónleikaskúlar við seinni broytingum.

Undirvísingartilboðini eru nógv ymisk ljóðføri, klassiskur og rútmiskur tónleikur, ljóðføris- og raddarfrálæra og samanspæl umframt frálæra í ástøði, hoyrilæru, tónleikasøgu, útseting, tónasmíði og øðrum. Skúlagongdin verður skipað eftir eini heildarætlan, har næmingurin, umframt frálæru í sínum ljóðføri, eisini er við í ástøðiligum lærugreinum, samanspæli og í tiltøkum.

Skúlin arbeiðir við at:

• menna skapandi og endurskapandi gávur næminganna

• stimbra áhugan fyri tónleiki og fremja fatan fyri tónleiki við tí fyri eyga, at hvør einstakur kann vera við í tónleikaligum virksemi

• menna næmingarnar persónliga, ikki minst teirra tilvitan um seg sjálvar sum partur av felagsskapi og medvit teirra um týdningin av samstarvi

• fyrireika næmingar til hægri tónlistaútbúgvingar

• gagna tónlistaumhvørvinum uttan fyri skúlans gátt


Samband
Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1
100 Tórshavn
Tlf. 30 24 70
musikkskulin@torshavn.fo
Netsíða: tm.fo

Skrivstovan er opin:
Yrkadagar kl 09.00-16.00, fríggjadag til 15.00
Stongt 12.00 -13.00

Leiðari
Andrea Heindriksdóttir, andrea@torshavn.fo

Skrivari
Ása undir Kletti asa@torshavn.fo

Húsavørður
Páll Johan Jarnfoss, tlf. 211091 palljohan@torshavn.fo