Eystara havnarøki

Fyrireikingin at víðka um Eystara havnarøki við 95.000 m2 og eini atløgusíðu upp á 900 m er nú komin væl áleiðis. B1-havnarøkið í almennu byggisamtyktini er víðkað. Dýpið við atløgusíðuna verður 15 metrar.

Modelroynd og aldusimuleringar eru gjørdar á DHI, og Yvirfriðingarnevndin hevur játtað útbyggingini.

Seinasta stóra havnarútbyggingin í Tórshavn var liðug í 1997, tá ið uttasti parturin av molanum varð breiðkaður. Hendan útbyggingin bleiv gjørd í tøkum tíma, tí bingjuflutningurin er støðugt vaksin síðani. Plásstrot hevur leingi verið við Eystara havnarøki, og tí verður bygt út bæði fyri at geva verandi vinnulívi betri karmar og fyri at skapa møguleikar fyri vøkstri og nýggjum virksemi.

Samtykt er, at:
  • játta 465 mió. kr. av íløgum fyri Tórshavnar havn í 2016, 2017, 2018 og 2019.
  • taka av tilboði frá P/F J.& K. Petersen (386.826.599 kr.) og at gera byggisáttmála.
  • gera avtalu við Búnaðarstovuna og bóndan um at keypa lendi (91.979m2) á Glyvursnesi til gróttøku. Prísurin fyri lendið, mist vetrarbit og ampar er 8.958.516 mió. kr.
Lánt verða 300 mió. kr. til verkætlanina. Lániavtalan verður 250 mió. kr. við fastari rentu og 50 mió. kr. við broytiligari rentu. Lánini verða goldin aftur yvir 20 ár.

Arbeiðstøkan fatar um, at:
  • spreingja og flyta okkurt um 3,5 mió. m3 av gróti
  • Víðka brimgarðin 1,1 km 
  • Víðka havnaøkið 95.000 m2 
  • byggja 880 m av bryggjusíðu við bryggjuútgerð 
  • byggja RO-RO skráa og stálspunskistu 
  • gera tilhoyrandi el-, kloakk- og vatnleiðingsarbeiði
Tilfar um útbyggingina
Viðmerkingar frá Tórshavnar kommunu til ummælið frá Býarskipanarnevnd landsins um at broyta byggisamtyktina fyri B1-havnaøkið síggjast HER
Bræv sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum 16. juni um broyttu byggisamtyktina fyri B1-havnarøkið sæst HER

Málsgongdin dagførd 4. august 2016 yvir Eystara havnarøkið sæst HER