Pappír og papp

Pappír og papp kann endurnýtast og verður tí ikki beint burtur saman við vanliga burturkastinum. Tað verður koyrt í tað grøna ílatið, sum húskini í kommununi hava fingið.

Bara turt og reint pappír kann endurnýtast. Lýsingabløð, sum eru pakkað inn í plastikk, skulu takast úr plastikkinum, áðrenn lýsingabløðini verða koyrd í grøna ílatið. Blankar lýsingar, litrík vikubløð og rútabrævbjálvar, kornfleykspakkar o.t. (grátt papp) ber eisini til at endurnýta og skulu í grøna ílatið.

Pappír og papp, sum hevur nortið við mat ella sápu, ber ikki til at endurnýta og verður beint burtur saman við vanliga burturkastinum. T.d. margarinpappír, papptallerkar, sápupakkar og tílíkt.

Grøna ílatið
Sættu hvørja viku verður grøna ílatið tømt. Grøna ílatið skal standa við síðuna av vanliga ruskílatinum og skal vera lætt atkomiligt. Tað kann setast í t.d. eina garasju ella kjallara, men neyðugt er at seta tað útum, tá ið tað skal tømast.

Ílatið kann festast, so tað ikki fýkur í vindinum. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samaband við Snarskivuna tel. 30 20 10.

Í fleiri íbúðarbygningum í kommununi, t.d. í Berjabrekku og undir Fjalli, eru húskini felags um grønu íløtini. Í Nólsoy, Hesti og einstøkum øðrum økjum í kommununi hevur kommunan ikki sett í verk skiljingarskipan til pappír og papp, av tí at undirstøðukervið ikki loyvir tí.

Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

IR Lastbilar
Tel. 77 11 50
Grøna ílatið
Her sært tú, nær grøna ílatið til papp og pappír verður heintað í 2017.

Álmanakki fyri 2017