Gongutúrar


Fleiri gongutúrar eru á skránni í sambandi við Umhvørvisvikuna 2015. Niðanfyri sæst yvirlit yvir gongutúrarnar í Umhvørvisvikuni. Allir túrarnir eru ókeypis.

Leygardagur 02. mai
kl. 16.00 Gongutúrur til Kirkjubø fyri ung (14-22 ár). Túrurin byrjar úti á Krossinum, har Velbastaðvegurin og vegurin oman til Sandá møtast. Bussleið 3 koyrir úr Steinatúni klokkan 15.45. Við á túrinum verður livandi tónleikur, og ferðaleiðari fer at siga frá hendingum á leiðini. Túrurin er ein lættur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Bussur koyrir úr Kirkjubø umleið klokkan 19.00. Túrurin er ókeypis. Tórshavnar Undómsráð skipar fyri túrinum.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Sunnudagur 03. mai
kl. 14.00 Gongutúrur til Miðdepil Føroya. Bussur fer av Vaglinum klokkan 14.00 niðan á Oyggjarvegin. Av Oyggjarvegnum við Mannafellsdal verður gingið til mittpunktið. Á túrinum verður sagt frá hendingum úr Føroyinga Søgu, ið verða settar í samband við Mannafellsdalin. Eisini verður greitt frá útrokningunum at finna mittpunktið. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðaltungur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Bussur koyrir úr Kaldbak umleið klokkan 18.00. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Mánadagur 04. mai
kl. 19.00 Gongutúrur í Kirkjubø og út á Bø við ferðaleiðara. Bussur fer av Vaglinum klokkan 19.00.
Ein hugnaligur túrur eftir uppdyrkingarvegnum út á Bø við ferðaleiðara. Greitt verður frá umhvørvinum í Kirkjubø og út á Bø. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Týsdagur 05. mai
kl. 19.00 Gongutúrur til Nykatjørn og niðan á Stórareyn við ferðaleiðara. Bussur fer av Vaglinum klokkan 19.00. Av Oyggjarvegnum verður gingið fram við Nykatjørn, og frásøgufólk fer at greiða frá jarðfrøðini í økinum – syllur, gjáir og jatnagarðar. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Hósdagur 07. mai
kl. 19.00 Gongutúrur niðan til Svartafoss. Túrurin byrjar við Tórsbreyt. Bussleið 1, 2 og 3 steðga við Tórsbreyt. Frásøgufólk verður við á túrinum og greiðir frá vøkstrinum við fossin og á økinum annars. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Fríggjadagur 08. mai
kl. 15.00 Gongutúrur í Tinganesi við ferðaleiðara. Høvi verður at vitja í Munkastovuni, sum er elsta húsið í Havn. Farið verður frá VisitTórshavn. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.