Víðkaðar upplatingartíðir

Hava børn tørv á plássi uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar hjá dagstovnunum, ber til at seta seg í samband við Barna- og ungdómsdeildina hjá kommununi tlf. 302010 og fáa kunning um, hvussu hetta tilboð er skipað.

Tilboðið er bara ætlað foreldrum, sum hava regluligar arbeiðstíðir uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar. 

Talan er um eina verkætlan á royndarstigi.