Oyggjadagur 2017


Leygardagin 27. mai 2017 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi. Ring til VisitTorshavn, tel 30 24 25, og keyp atgongumerki. Skráin fyri Oyggjadagin sæst HER

Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama dag (túrar 1,2 og 3) har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til Nólsoyar (túrur 4) og Koltur (túrur 5). Farið verður eisini av Havnini út í Hest við Westward Ho (túrur 6)

Túrur 1, 2 og 3
Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin.

Prísurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 175,- fyri børn undir 12 ár.

Túrur 4
Velur tú túr 4, verður farið úr Tórshavn við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 við Ternuni.
Prísurin fyri túrin er kr. 100,-

Túrur 5
Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,-

Túrur 6
Við Westward Ho av Havnini kl. 9.00 út í Hest. Úr Hesti til Nólsoyar kl. 16.00 og úr Nólsoy til Tórshavn kl. 20.00.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,-

Skráin fyri Oyggjadagin 2017

Bygdarfólkið skipar fyri hesum tiltøkum:

Hestur: 3 ymiskir gongutúrar umframt okkurt gott til matna.

Koltur: Søgulig frágreiðing um gomlu býlingarnar og gongutúrur niðan á
Oyggj.

Nólsoy: Gongutúrur suður á Tjørnunes umframt bygdahugni við livandi tónleiki, uttandura grill og nólsoyarmentanini.




Tórshavnar kommuna skipar fyri degnum saman við staðbundnu nevndunum í kommununi.
Atgongumerki
Atgongumerki til Oyggjadagin eru til keyps hjá Visit Tórshavn við Steinatún. Upplatingartíðir sí HER.
Skráin
Skráin fyri Oyggjadagin 2017 sæst HER