Spælistovan Blóman


Spælistovan Blóman heldur til í Margarinfabrikkini. Á spælistovuni kunnu foreldur/avvarðandi og børn koma og nýta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti.

Tað kann vera gott fyri bæði vaksin og børn at møta øðrum, sum eisini eru heima fyrrapartin. Tiltakið er eisini væl egnað til vaksin og børn, sum eru í Tórshavnar kommunu í eitt styttri ella longri tíðarskeið, sjálvt um barnið ikki hevur eitt kommunalt dagstovnatilboð.
Upplatingartíðir
Inngongd
Magnus Heinasonargøta

Opið
Týsdag og hósdag
Frá kl. 9.30 til 11.30
Faldari
Til ber at lesa faldaran um Spælistovuna Blómuna HER.