Dagstovnurin Birkilund

Dagstovninum Birkilund húsast á Hoyvíksvegi 41. Á stovninum eru 4 vøggustovur og 3 barnagarðsstovur. Í Vøggustovuni er pláss fyri 41 børnum. Í barnagarðinum er pláss fyri 61 børnum. Í húsinum eru 30 starvsfólk.

Okkara aðalmál er at skapa mennandi relasjónir millum børn og vaksin og millum børn/børn.

Gerandisdagurin
07:30 Stovnurin letur upp
09:30 Seinasta freist at koma við børnunum
11:30 Matpakki
14:00 Millummáli
17:00 Stovnurin steingir

Sertoymið

Á stovninum er eitt sertoymi mannað við 2 ráðgevum innan mál-, rørslu-og samspælsmenning. Toymið hevur til endamáls at arbeiða fyribyrgjandi á øllum stovninum. 40 tímar um vikuna eru settir av til hetta arbeiði. Nakrar av høvuðsarbeiðuppgávunum hjá toyminum eru, at:


  • Vera til staðar og leggj adent á trivnað og menning
  • Samstarva við starvsfelagar og foreldur og
                      - gera neyvar eygleiðingar av samanspæli millum børn/børn og børn/vaksin
                      - gera neyvar eygleiðingar av børnum í truplum støðum
                      - finna fram til góðar arbeiðshættir og ítøkiligar menningarætlanir
                      - seta menningarætlanir í verk
                      - fylgja børnunum tætt og eftirmeta tiltøkini
  • Veita mennandi vegleiðing og faklig sparring til starvsfelagar
  • Fylgja upp í mun til vegleiðing frá øðrum fakbólkum sum t.d. Børn og Ung, Sernám, o.ø.
  • Veita yrkisliga ráðgeving og luttaka í foreldrasamstarvinum

Í staðin fyri at nøkur børn hava stuðul, velur stovnurin á hendan hátt at nýta eyka orku til at arbeiða savnandi og fyribyrgjandi við øllum børnum á stovninum. Vit arbeiða miðvíst og geva okkum stundir til einstaka barnið. Royndir okkara vísa, at hetta hjálpur nógvum børnum á glið í teirra menning. Arbeiðshátturin hevur higartil havt sera jaliga ávirkan á børnini, foreldur teirra og okkum starvsfólk.


Vit leggja dent á:

• Marte Meo háttin, sum stuðlar undir einum góðum og mennandi samspæli og samskifti millum børn/børn og børn/vaksin. Góða samspælið er ein fyritreyt fyri trivnaði og menning hjá børnunum og er ábyrgdin hjá teimum vaksnu. Marte meo ráðgevin ger filmsupptøkur á stovninum og brúkar hesar til at vísa starvsfólkunum á gongdar leiðir í samspælinum við børnini. Marte meo hátturin er grundalag undir mentanini á stovninum og er ein natúrligur arbeiðsháttur í gerandisdegnum.
Føst tíð er sett av til Marte Meo ráðgeving mikudag í barnagarðinum og hósdag í vøggustovuni og annars eftir tørvi.

• Málmenning, ið er ein sera týðandi partur í gerandisdegi okkara. Vit arbeiða miðvíst við málmenningini hjá børnunum í øllum gerandisstøðum. Til dømis.í sangløtum, tá børnini lata seg í og úr, tá vit eta matpakka, tá vit savnast, tá vit arbeiða við stig fyri stig leistinum og tá vit hava søgulestnað. Hetta verður gjørt eitt nú við, at tey vaksnu seta orð á seg sjálvi og børnini. Børnini spegla sær í góðum málburði hjá teimum vaksnu. Málmenning er fast í barnagarðinum fríggjadag og í vøggustovuni mánadag og mikudag og annars eftir tørvi.

• SI (sensory integration). Kropslig stimbran, har dentur verður lagdur á allar rørslur (smáar og stórar) somuleiðis eisini sansir barnsins. Tá vit arbeiða miðvíst við hesum, geva vit børnunum avbjóðingar bæði innandura og uttandura. Vit nýta fimleikahøllina, ganga túrar og bjóða fram fjølbroytt tilboð í verkstaði, har til ber at eygleiða menningina hjá barninum og geva tí avbjóðingar, sum samsvara við menningarstigið hjá barninum. Á stovninum er eitt starvsfólk sum arbeiðir við SI 25 tímar um vikuna. Hon er í vøggustovuni mikudagar, hinar dagarnar arbeiðir hon millum annað í fimleikahøllini hjá Frískúlanum. Birkilund hevur allar hentleikar, sum skulu brúkast í samband við SI. Umframt hetta er hon javnan við, tá túrar verða gjørdir úti í náttúruni, har til ber at fylgja og eygleiða børnini í øðrum umhvørvi.


Kunning
Sjúka: Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum. Verða børnini sjúk á stovninum, verður ringt eftir foreldrunum. Vanliga geva vit ikki børnunum heilivág uttan so, at hetta er lívsneyðugt.

Tá børn koma og fara: Fyri at ongar misskiljingar skulu vera, skal barnið latast til starvsfólkini inni á stovninum og ikki bara sleppast inn um hurðina. Tá ið børnini koma og fara, skulu starvsfólkini vita av tí. Minnist til at siga barninum farvæl, tá tit fara. Børnini skulu vera á stovninum í seinasta lagi kl. 9.30, um ikki onnur avtala er gjørd . Minnist til at boða frá, um barnið ikki kemur á stovn.

Klæðir: Av tí at veðurlagið er so skiftandi, skulu børnini hava regnklæði og gummistivlar við á stovnin. Skiftiklæði skulu verða í kurvunum hjá børnunum og um neyðugt, skulu børnini sjálvi hava blæur við. Minnist til heit klæðir um veturin og setið navn í øll pløgg.

Foreldrafundir:1-2 foreldrafundir eru um árið. Haraftrat eru foreldraviðtalur, ið eru einaferð árliga ella eftir tørvi.

Foreldraráðið: Á foreldrafundi verða vald 3 umboð í foreldraráðið. Umframt hesi verða 3 eykaumboð vald. Foreldraráðið kann taka upp spurningar viðvíkjandi stovninum, stíla fyri eitt nú foreldrafundum og á henda hátt tryggja gott samstarv millum foreldur og starvsfólk. Á foreldraráðsfundum er altíð leiðari til staðar.

Uppslagstalvur: Úti í ganginum eru uppslagstalvur / bøkur, har vit festa ymisk felagsboð. Eisini hava vit ein skíggja, har myndir frá gerandisdegnum verða sýndar fram. Tað er umráðandi, at foreldur lesa talvuna hvønn dag.

Halgidagar og frídagar: Umframt allar halgidagar letur stovnurin aftur Grundlógardagin kl. 12.00. Ólavsøkuaftan, jólaaftan, nýggjársaftan og flaggdagin er stovnurin stongdur.

Stovnurin hevur rætt til tveir ráðleggingardagar árliga. Hesar dagar er stovnurin stongdur.

Kunning/Spurningar

Dagstovnurin Birkilund

Teldupostur: birkilund@torshavn.fo

Leiðari: Joan Simonsen 214048
T-postur: joans@torshavn.fo

Upplatingartíðir: kl. 7.30 til 17.00

Køkur 233030
Reyð vg. 233031
Gul vg. 233032
Gul vg. 233033
Grøn vg. 233034
Grøn bg. 233035
Blá bg. 233036
Reyð 5-6 ára stova 233037
Toymi 233038
Kaffistova 310013

Boð til foreldur
Halgidagar og frídagar: Grundlógardagin letur stovnurin aftur kl. 12.00. Ólavsøkuaftan, jólaaftan, nýggjársaftan og flaggdagin er stovnurin stongdur.