okkara Visjón

Okkara høvuðsstaður – Virkin og vakin.

Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi.


Vit vilja, at høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur. Her skal verða rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum, men eisini við tryggleika og nærleika 

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga

Vit vilja, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu

Vit vilja, at høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini 
Visjón
Visjónin varð samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010.

Eitt samt býráð stendur aftan fyri samtyktina.

Vakstrarætlan
Vakstrarætlanin fyri Tórshavnar kommunu sæst HER.