Vinnuligt burturkast

Burturkast, sum ikki stavar frá privatum húsarhaldum, verður nevnt vinnuburturkast, og er gjaldsskyldugt. Vinnuburturkast kann til dømis stava frá:

• Vinnuligum virksemi
• Almennum og kommunalum virksemi
• Frítíðarvirksemi, herundir ítróttur, mentan o.t.
• Nýbygging og størri umbyggingum/umvælingum av privatum og vinnuligum bygningum.

Burturkast, sum verður latið inn á kommunal móttøkupláss við akførum yvir 3500 kg ella við anhangarum størri enn 750 kg, verður altíð roknað sum vinnuburturkast og er gjaldsskyldugt. 

Nærri reglur um skráseting og gjald eru ásettar í reglugerð, ið kann lesast HER.

Vinnuligar fyritøkur kunnu lata inn burturkast til Endurnýtsluna á Hjalla, silohøllina á Brennistøðini, jarnplássið á Hjalla og tyrvingarplássið í Húsahaganum. Leygardagar taka móttøkuplássini hjá kommununi ikki ímóti vinnuburturkasti, men einans privatum burturkasti.