Spillivatnsætlan

Í 2010 lat Tórshavnar kommuna spillivatnsætlan gera sambært kunngerð um spillivatn nr. 111 frá 7. september 2009. Ætlanin fatar um at burturleiða spillivatnið frá húsarhaldum, stovnum og vinnuvirksemi í kommununi.

Endamálið við spillivatnsætlanini er:
• At tryggja borgarunum í kommununi eina spillivatnsskipan, sum verjir náttúruna og øki, ið hava týdning fyri vælveru og heilsu borgarans.

• At tryggja, at spillivatnsskipanin fylgir teimum krøvum fyri góðskustigi, ið kommunan hevur sett sær.

• At lúka góðskukrøv til viðtøkuøki, sum myndugleikarnir hava sett og tíðarfreistir, ið eru ásettar sambært lógargrundarlagnum.

• At miða ímóti, at spillivatnsskipanin verður røkt, rikin og útbygd, tekniskt og fíggjarliga ráðiligt.

Um spillivatnsskipanina:

Spillivatnsleiðingarnar í Tórshavnar kommunu eru úr leiri, betongi og PVC. Kloakkleiðingin í kommununi er 364 km til longdar. Ætlanin lýsir, hvussu skipanin sær út í dag, og hvørjar broytingar eftir ætlan verða gjørdar í framtíðini. Spillivatnsætlanin er eitt áhaldandi arbeiði at byggja út og betra spillivatnsskipanina til tess at tryggja reinari umhvørvi fyri borgarar í kommununi.
Slóð
Spillivatnsætlanin fyri Tórshavnar kommunu sæst HER