Kaffistova í Degnshúsi


Skipað verður fyri kaffistovu í Degnshús á Tinghúsvegi 3 - hvønn mánadag og hósdag.

Øll eru vælkomin. Ikki er neyðugt at vera partur av nakrari skipan ella at melda til frammanundan. Hjún, har annar hevur minnissvinn, leggja leiðina framvið, onkur kemur einsamallur og onnur saman við systkjum, børnum ella vinum.

Endamálið við tiltakinum er, at vit eru virkin í geraandislívinum og gleðast um samveruna. Skipað verður fyri tiltøkum soleiðis, at øll hava okkurt at takast við. Á kaffistovuni bjóða starvsfólk ábit, einum løttum bita á middeg og drekkamunni seinnapart.
Kaffistova í Degnshúsi
Heimið við Vallalíð skipar fyri serligari kaffistovu í Degnshúsi ætlað fólki við minnissvinni og familjum og vinum teirra.

Les skránna HER.