Ítróttarhøll á Argjahamri

Tvíhøllin til fimleik í Skúlanum á Argjahamri verður bygd út og bygd um til eina ítróttahøll við áskoðaraplássum.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2016 at fara undir at byggja ítróttahøll við Skúlan á Argjahamri. Verandi høll svarar til eina hálva ítróttahøll og verður nú bygd út soleiðis, at høllin verður á stødd við eina ítróttahøll. Tá fer hon at hýsa handbóltsdystum og øðrum. Í høllini verða 200 áskoðarapláss.

Arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f MAP arkitektar sum ráðgeva og Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara. Arbeiðið fer at kosta umleið 18,5 mio.kr og lagt verður til brots í mars 2016. Eftir ætlan verður fyrsti dysturin spældur í høllini í februar 2017.
Kunning/spurningar
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923

Bárður Johannesen
verkætlanaraleiðari
t-post: bardurj@torshavn.fo