Heimahjálpin

Tørva tygum heimatænastu, veitir Heilsu- og umsorganartænastan tygum hesa.

Avgerðin um hjálp byggir á eina samrøðu, sum visitatortoymið hevur við tygum, har vit lýsa og skjalprógva tygara førleikar og møguligan tørv á hjálp. Tænastan verður veitt eftir tørvinum, og ber ikki til frammanundan at siga, hvør hjálp ella hvør tænasta verður veitt.

Vit bjóða tvey sløg av heimahjálp – varandi heimahjálp ella tíðaravmarkað heimahjálp.

Hvussu søki eg um hesa tænastu?
Tú kanst sjálv/ur seta teg í samband við Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu. Síðani tekur visitatortoymið upp samband við teg og leggur heimavitjanina til rættis saman við tær og møguligum avvarðandi.

Ring tel. 30 20 00 millum kl. 8.00 – 16.00 yrkadagar ella senda eitt teldubræv til heilsuhusid@torshavn.fo

Kostar tað nakað at fáa heimarøkt?

Tað er tongt at tíni inntøku, hvørt tú skalt gjalda fyri heimarøkt ella ikki.

Kunna teg nærri
Heilsuhúsið
Tórsgøta 25
FO-100 Tórshavn

Tel 30 20 00 mán.- frí. kl. 8.00-16.00.

Teldupostur til móttøkuna: heilsuhusid@torshavn.fo

Teldupostur til leiðsluna: lhu@torshavn.fo

Faksnummarið í móttøkuni er 31 71 45

Vakttelefonin í heimatænastuni svarar á 79 31 99 uttan fyri vanligu telefontíðina.