Politikkur fyri økið

Politikkurin "Virkin og vakin - alt lívið" er í seks pørtum og varð samtyktur á býráðsfundi 11. desember 2014.

1.Borgarar, sum eru komnir upp í árini, eru eitt tilfeingi, sum við tilboðum og átøkum verður røkt við somu virðing sum aðrir aldursbólkar. Í býarætlanini tryggjar kommunan fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, sum eru lagaðir eftir tørvinum.

Mál: a) Kannað verður, hvørjum borgararnir hava brúk fyri. b) Fyrilit verður havt fyri førleikum. c) Mistir førleikar verða endurmentir. d) Dentur verður lagdur á at brúka kunnleika og førleikar hjá borgaranum, sum hevur drúgvar royndir. e) Verða sum longst á arbeiðsmarknaðinum. f) Fyri- reika seg at fara úr arbeiði.

2.Heilsurøkt og umsorgan er eitt týdningarmikið málsøki hjá Tórshavnar kommunu, sum vil ganga á odda og veita skjóta og góða heildartænastu.

Mál: a) Einfalt at koma í samband við Heilsu- og umsorganartænastuna. b) Borgarin fær skjótt og greitt svar um tænastur og veitingar. c) Tryggjaður verður besti fakkunnleiki.

3.Innihaldið í tænastunum verður bøtt, og tænastan verður fjølbroyttari til tess at lúka tørv og ganga ynskjum á møti hjá einstaka borgaranum.

Mál: a) Fjølbroytt tænasta er alneyðug. b) Til- boðini hava fyrilit fyri tí einstaka. c) Hava fólk umstøður til tað, verða tey heima sum longst. d) Útvegaðir verða eisini bústaðarmøguleikar, sum eru lagaðir til umstøðurnar. e) Vælferðartøkni og nýhugsan annars er partur av tænastumenningini. f) Á búeindunum minnir dagliga mentanin sum mest um at búgva og liva heima í einum umhvørvi, sum er skipað úr teimum møguleik- um, sum búfólk, avvarðandi og starvsfólk í felag síggja og leggja til rættis.

4.Dentur verður lagdur á heilsustimbran og fyri- byrging, og allir borgarar skulu kenna seg sum part av felagsskapinum.

Mál: a) Rørsla. b) Kostur. c) Virksemi. d) Ítriv. e) Handverk. f) Handarbeiði. g) Møguleikar fyri, at borgarar í øllum aldri koma hvør øðrum við.

5.Kommunan skal so tíðliga sum til ber taka upp samband við borgararnar um heilsustøðu teirra. Borgaranum skal standa í boði fjølbroyttar virk- ismøguleikar bæði til likams og sálar, og tann lívs- fúsi borgarin skal eggjast til sjálvboðin at vera við í átøkum til frama fyri onnur.

Mál: a) Kommunan er úti um seg til tess at hava gott innlit í tørvin hjá fólki. b) Virksemi sum Heilræði og Tilhald verður ment. c) Eggjað verður fólki til at taka á seg m.a. vitjanartænastu. d) Pensjónistar verða eggjaðir til at hjálpa javnlíkum at vera virknir.

6.Heilsurøkt og umsorgan skal skipast á so áhuga- verdan hátt, at tað dregur tey bestu starvsfólkini til sín. Dentur verður lagdur á besta fakkunnleika bæði í leiðslu, tilboðum og røkt. Umsitingin verður sterk, og bygnaðurin samansjóðaður.

Mál: a) Hildið verður fram at menna førleikarn- ar hjá starvsfólki og leiðslu at veita tilboð, tæn- astu og røkt. b) Heilsu- og umsorganartænastan verður ment sum útbúgvingarstaður fyri lesandi og næmingar í starvsvenjing. c) Skipað verður fyri granskingarverkætlanum og øðrum menn- andi verkætlanum. d) Leiðslan hevur ábyrgd av at skapa eina samanhangandi dygdarmentan, har øll hava samábyrgd fyri dygdarstiginum í bygnaðinum, tilfeinginum og tænastunum og alsamt eru íðin eftir at hækka dygdarstigið.
Um politikkin
Politikkurin "Virkin og vakin - alt lívið" er samtyktur á býráðsfundi 11. desember 2014.