Blóðroyndartænastan


Tórshavnar kommuna og Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum samstarva um blóðroyndartænastu.

Blóðroyndartænastan lættir um hjá sjúklingum, ið skulu taka blóðroynd, og sum undir vanligum umstøðum skulu á ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.

Blóðroyndartænastan er ætlað sjúklingum, sum lækni metir vera so sjúkar, veikar og óhjálpnar, at hesi bara kunnu koma á ambulatoriið við hjálp frá portørum, røktarstarvsfólki ella avvarðandi.
Faldari
Her ber til at taka niður faldaran um blóðroyndartænastuna:

Blóðroyndartænastan.pdf