Sethús við karlamagnusarbreyt


Ovasti partur av Karlamagnusarbreyt millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu verður nú skipaður sum bústaðarøki við 12 grundstykkjum til sethús. Grundstykkini verða millum 375 m2 og 560 m2 til víddar.

Økið veðrur skipað við 12 felags parkeringsplássum til bilar. Harumframt verða tvey parkeringspláss inni á hvørjum einstøkum grundstykki.

Stykkini eru tillutað teimum fremstu á bíðilistanum fyri Hoyvíkina.
Tekning yvir økið
Sølutilfar fyri útstykkingina við Karlamagnusarbreyt sæst HER

Tú sært eitt yvirlit yvir, hvussu sethúsini eru skipað HER

Yvirlitskort yvir ovasta part av økinum við Karlamagnusarbreyt sæst HER

Ætlan fyri grundstykkini sæst HER
Serstøk byggisamtykt
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina serstaka byggisamtykt fyri sethúsabyggin við karlamagnusarbreyt. Serstaka byggisamtyktin fyri økið er kunngjørd. Til ber at lesa byggisamtyktina HER