Umhvørvisveiða

Kom við til Umhvørvisveiðuna. Margarin Fabrikkin er karmur um umhvørvisveiðu fyri børnini.

Umhvørvisveiðan verður fyriskipað sum ein postarenning nærhendis Margarinfabrikkini við ymiskum spuningum, ið snúgva seg um evnið ”Orkar tú? Minka um títt CO2 útlát!”.

Eisini verður høvi hjá børnunum at seta plantu niður at hava heim við, umframt at børnini fáa kakao og bollar, tá ið veiðan er av.

Umhvørvisveiðan verður í døgunum mánadagin 9. mai til fríggjadagin 13. mai 2016 frá klokkan 10 til 15. Hesar dagar kunnu dagstovnar og skúlaflokkar tekna seg til Umhvørvisveiðuna klokkan 9, 11 ella 13.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo ella á tel 29 21 17


Tak niður skránna
Til ber at taka niður skránna fyri Umhvørvisvikuna 2016 HER