Teknikapping

Í Umhvørvisvikuni skipar Býarbókasavnið fyri teknikapping, har øll eru vælkomin inn á Býarbókasavnið at tekna eina mynd, ið lýsir evnið í Umhvørvisvikuni, og vera við í kappingini um eitt gávukort á virði kr. 1.500,-. Evnið í Umhvørvisvikuni er “Hvørvisjón – Hvar endar títt plast?”.

Freistin at lata inn myndir er fríggjadagin 28. apríl klokkan 13. Vinnararnir av teknikappingini verða kosnir leygardagin 29. apríl klokkan 11. Vinningarnir eru trý gávukort til tríggjar ymsar aldursbólkar á virði kr. 1.500,-.
Tak niður skránna
Til ber at taka niður skránna fyri Umhvørvisvikuna 2017 HER.