Útferð til Nólsoyar við Westward Ho


Frá CO2 til grøna orku. Tórshavnar kommuna skipar fyri Umhvørvisviku fyrst í mai, og tá verður eisini farið ein túr við Westward Ho til Nólsoyar sunnudagin 8. mai. Motorurin verður sløktur og seglini vundin upp. Siglt verður út á Hósmøl, har ferðafólkini fara í land. Hósmøl er á vestursíðuni á Nólsoynni, og ofta verður sagt, at Hósmøl er sólríkasta stað í Føroyum.

Á túrinum verður greitt frá notum og øðrum plantum, ið vaksa á økinum. Á Hósmøl verða notur heintaðar, og síðani verður gingið heim í bygdina, har møguleiki verður fyri at grilla notupitsur.

Westward Ho siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur.

Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðal tungur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25
Tak niður skránna
Til ber at taka niður skránna fyri Umhvørvisvikuna 2016 HER