Samdøgursendurvenjing


Samdøgursendurvenjing er tilboð til borgarar oman fyri 60 ára aldur, sum hava verið sjúkir ella spakuliga hava mist førleikan. Endurvenjingin hevur til endamáls, at tú skjótt kemur fyri teg fyri aftur soleiðis, at tú megnar gerandisdagin á best møguligan hátt.

Tórshavnar kommuna bjóðar eitt tvørfakligt og málrættað tilboð soleiðis, at tú kemur fyri teg aftur. Her arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Saman við tær seta vit mál fyri, hvat endamálið við uppihaldinum er. Málini taka støði í teimum dreymum, tú hevur fyri framtíðina. Saman leggja vit eina ætlan, sum ítøkiliga lýsir, hvussu vit náa málunum. Evni í ætlanini kunnu vera:

• Hvat eigur tú at klára fyri at megna gerandisdagin?
• Hvørja likamliga venjing skalt tú hava?
• Hvørjum sosialum og mentanarligum virksemi vilt tú taka lut í?
• Hvussu røkir tú á bestan hátt egna heilsu?
• Tørvar tær stuðul til at broyta matvanar?
• Hvørji hjálpartól tørvar tær?
• Tørvar tær vegleiðing og stuðul til at liva við varandi sjúku?

Fyrstu 10 dagarnar brúka vit í felag til at meta um, hvørt hetta er rætta tilboðið til tín. Vit hava eina samrøðu saman við avvarðandi, har vit í felag avtala, hvussu leingi tú í samdøgursendurvenjing.
Gjaldið er 134 krónur um samdøgrið

Hvønn er tilboðið ætlað til?
Samdøgursendurvenjing á Boðanesheiminum er fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, sum eru eldri enn 60 ár, og sum hava áhuga í at vinna aftur mistar førleikar og hevur tørv á stuðli og vegleiðing frá einum tvørfakligum starvsliði.

Tað kann vera, at tú hevur mist likamligan ella sálarligan førleika, hevur mist evni ella orku til at varðveita ein góðan og fyndarríkan gerandisdag. Førleikin kann vera minkaður yvir tíð ella vegna sjúku.
Talan er um eitt døgntilboð, og tískil gistir tú á Boðanesheiminum meðan rehabiliteringtilboðiðm fer fram.

Kunning um Boðanesheimið:

Boðanesheimið er røktarheim í Tórshavnar kommunu við 57 búplássum og 5 plássum til samdøgursendurvenjing og 2 umlættingarplássum. Á heiminum er felags stova við felags máltíðum. Eisini eru størri felagshøli til skipað virksemi og hugnaløtur.

Tín stova:
Stovan er 36 m2 við egnum wc. Her er song, songjarborð, spísiborð, tveir stólar, sjónvarp, klædnaskáp og okkurt smávegis prýði.
Tú ert vælkomin at taka persónligar lutir við í kamarið, sum tær dámar serliga væl. T.d. myndir at seta á skenkin, ein lenistól, sum tær dámar væl, bøkur og seingjarteppi.

Hvat skal eg hava við:
• Samskiftisbók millum teg og heimarøktina
• Viðkomandi upplýsingar úr skjalagoymsluni frá sjúkrahúsi, lækna ella
• Yvirlit yvir heilivág og heilivág bæði skamtan og eftir tørvi til alt uppihaldið
• Hjálpartól: gangitól, hoyritól, blæur, stomiposa og annað tygum brúka
• Alt til persónliga røkt
• Klæði, íroknað undirklæði, náttklæði, frakka/jakka
• Skógvar innan,- og uttandura
• Protein drykk og sondukost, nýta tygum hetta
• Dýnu og kodda

Hvussu fái eg samdøgursendurvenjing?
Hevur tú áhuga í samdøgursendurvenjing, finnur tú umsóknarblað her á síðuni. Eina tíð eftir, at vit hava fingið umsóknina, koma vit heim at vitja teg og tosa við teg um tilboðið. Samstundis meta vit um, hetta er rætta tilboðið til tín.

Tá ið tíðarskeiðið á samdøgursendurvenjingini er av, er møguleiki fyri at venja tvær ferðir um vikuna.

Gjaldið fyri venjingarnar er 600 kr fyri venjing í 12 vikur.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsuhúsið tel 30 20 00
At minnist til
Listi við ymiskum, sum tygum skulu minnast til, tá ið tygum fara í samdøgursendurvenjing, sæst HER