Sambýlið í Kollafirði

Sambýlið í Kollafirði lat upp í februar 1997. Á sambýlinum búgva 7 fólk. Sambýlið og heimatænastan í Kollafirði eru ein sameind eind. Tað vil siga, at starvsfólkini, sum arbeiða inni á sambýlinum, veita eisini tænastur til heimabúgvandi fólk úti í økinum, sum fatar um bæði fólk í Kollafirði og Kaldbak, tilsamans 1200-1300 íbúgvar.

Starvsfólkini eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktari, heilsuhjálparar og ófaklærd. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald so sum matgerð, klædnavask og at bíleggja allar vørur. Íbúgvar, sum eru visiteraði til tænastur, kunnu eisini koma inn á Sambýlið at fáa bað og at vaska klæði, eru umstøðurnar heima ikki nøktandi.

Gott samstarv er millum kommunulæknatænastuna í Kollafirði og starvsfólkini á sambýlinum.