Dagtilboð

Fýra skipað dagtilboð eru undir Heilsuhúsinum. Tilboðini verða veitt aldrandi borgarum, ið hava tørv á einum skipaðum tilboði.

Endamálið við dagtilboðunum er at varðveita og stuðla førleikan hjá brúkaranum. Í tilboðnum er samveran tað týdningarmesta. Vit gera fimleik og ítriv eftir áhuga.

Dentur verður lagdur á heilsustimbran og fyribyrging, og at allir borgarar skulu kenna seg sum part av felagsskapinum. Í dagtilboðunum leggja vit dent á rørslu, kost og virksemi. Í samveruni finna vit loysnir.
Stjørnulon og Tjarnarlon eru tilhald fyri eldri fólk við minnissvinni (demens). Trivnaður og lívsgleði - hóast minni er viknað.

Stjørnulon er opin frá kl. 9 til 15 og kl. 15 til 21. Pláss er fyri 16 fólkum.
Tjarnarlon er opin frá 9 til 16. Pláss er fyri 10 fólkum.

Tvær virkis- og venjingarstovur eru. Hetta er tilhald fyri eldri fólk, ið taka ein virknan lut í teimum tilboðum, virkisstovurnar bjóða.

Ein virkis- og venjingarstova er á Lágargarði. Her vitja 60 fólk um vikuna.

Ein virkis- og venjingarstova er á Boðanesheiminum. Her vitja 10 fólk um vikuna.
Yvirlit
Stjørnulon, Jøkulstræti 4.
Samskipari Jonna Estbú, tel. 288109

Tjarnalon, Hoyviksvegur 58
Samskipari Súsanna í Soylu, tel. 226780

Virkis- og venjingarstovan á Lágargarði, Stoffalág 84
Samskipari, Elsebet Bolstad, tel. 226796

Virkis- og venjingarstovan á Boðanesheiminum, Yviri við Strond 95
Samskipari, Sóley Haraldsen, tel. 213914

Deildarleiðari fyri dagtilboðini er:
Augusta Mikkelsen, tel. 226795