Visitatortoymið

Tørva tygum sjúkrarøkt ella heimahjálp, skulu tygum venda tygum til visitator í kommununi.

Í visitasjónini starvast trý starvsfólk. Tað verður antin ein sjúkrarøktarfrøðingur ella ein ergo- ella fysioterapeutur, ið tosar við tygum.

Aðalmálið við visitasjónini er at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Heilsuhúsið við áheitan um tænastur, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurvenjing.

Hvussu kann eg fáa heimahjálp ella sjúkrarøkt?
Avgerðin um hjálp byggir á eina samrøðu við tygum, har vit lýsa og skjalprógva tygara førleikar og møguligan tørv á hjálp. Tænastan verður altíð veitt eftir tørvinum, og mett verður um trygdarnet tygara. Tí ber ikki til frammanundan at siga, hvør hjálp verður veitt.

Tað eru tvey sløg av heimahjálp – varandi heimahjálp ella tíðaravmarkað heimahjálp.

Visiterast kann til heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, dagtilboð, mattænastuna, ergo- og fysioterapi, búpláss og ansan.
Kunna teg nærri
Visitator er at hitta gerandisdagar frá kl. 8 – 16

Tel 30 20 00

T-postur: visitator@torshavn.fo