Ellisheimið


Ellisheimið varð tikið í nýtslu í 1935 og hevur havt sítt serstaka pláss í Føroya søgu. Í Havn hava fólk altíð verið góð við Ellisheiminum, sum hevur gingið undan í eldrarøkt í Føroyum, og hevur stovnurin altíð havt avbera gott orð á sær. Ellisheimið ber orð fyri at vera eitt heimligt búpláss við nærleika, umsorgan og tryggleika.

Á Ellisheiminum trívast húsfólk og starvsfólk enn ógvuliga væl. Húsið hýsir 25 húsfólkum, við hvør sínum kamari. Av tí at Ellisheimið er eitt gamalt hús, hava ikki øll kømur egið vesi í verandi løtu. Arbeitt verður alsamt við at dagføra Ellisheimið. Á Ellisheiminum starvast á leið 25 starvsfólk. Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, ófaklærd, reingerðarfólk, køksstarvsfólk og húsavørður. Eisini hava ergoterapeutar og fysioterapeutar tilknýti til Ellisheimið. Vit hava høli til fótarøkt, hárskera, føðingardagar og onnur tiltøk.

Ellisheimið liggur miðskeiðis í Havnini, og stutt er til gongu oman á vánna ella ein túr niðan í miðbýin. Vit hava føst tiltøk hvørja viku so sum sang, gudstænastu, møtir, bingo, bindiklubb og annan virksemi bæði inni og úti. Vit vilja skapa eitt áhugavert umhvørvi, og tí hava vit fiskar, kettu og eisini páfuglar, ið dáma væl at gera seg upp fyri húsfólkunum. Á hvørjum ári fara vit eina útferð onkrastaðni í Føroyum, og javnan hava vit tiltøk, har avvarðandi verða boðin við. At aldrandi borgarin kennir seg at vera partur av nærumhvørvinum og virðismettan, eru virði, sum vit á Ellisheiminum seta í miðdepilin fyri góðari lívsgóðsku. Á Ellisheiminum vilja vit vera við at stuðla einum virknum aldrandi lívi, og samstundis hugkveikja tilfeingið hjá aldrandi borgarum okkara til gleði og gangs fyri øll.