Skráin fyri umhvørvisvikuna 2017

Fríggjadagur 21. apríl
kl. 9.00 Ruddingardagur fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu
Alt plastburturkast verður savnað í serstakan posa. Framsýning verður í Umhvørvisvikuni við plastburturkastinum frá ruddingardøgunum.
Send mynd inn til uv@torshavn.fo, og ver við í lutakastinum um vinning á kr. 5.000!
Tilmelding á torshavn.fo.

Leygardagur 22. apríl
kl. 9.00 Almennur ruddingardagur
Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur.
Alt plastburturkast verður savnað í serstakan posa. Framsýning verður í Umhvørvisvikuni við plastburturkastinum frá ruddingardøgunum.
Send mynd inn til uv@torshavn.fo, og ver við í lutakastinum um vinning á kr. 5.000!
Tilmelding á torshavn.fo.

Mánadagur 24. apríl
kl. 9.00 Teknikapping á Býarbókasavninum
Opið er til kl. 21.00.
kl. 9.00 “Plasthúsið”
Tiltak fyri 6.-9. flokkum í Reinsarínum og í Ostahúsinum. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 13.00 “Handil við leysvektsvørum”
Framsýning í Ostahúsinum. Opið er til kl. 16.00.

Mikudagur 26. apríl
- Plastburturkast í Steinatúni
Glasklár bingja sýnir fram plastburturkast frá ruddingardøgunum í Steinatúni.
- “Plastnýstla og plastdálking”
Framsýning í Speakers Corner, Vaglið.
kl. 9.00 Teknikapping á Býarbókasavninum
Opið er til kl. 21.00.
kl. 9.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Postarenning fyri elstu børnunum í dagstovnum og skúlum (1.-4. flokkur) á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 9.00 “Plasthúsið”
Tiltak fyri 6.-9. flokkum í Reinsarínum og í Ostahúsinum. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 9.30 “Plastsansarúm”
Framsýning úr plastburturkasti í Perluni. Remida Føroyar skipar fyri tiltakinum. Opið er til kl 16.
kl. 13.00 “Handil við leysvektsvørum”
Framsýning í Ostahúsinum. Opið er til kl. 16.
kl. 19.00 Evniskvøld um plastdálking í Reinsarínum
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna.
“Blended” - fyrilestur við Henrik Beha Pedersen frá Plastic Change.
“Skaðilig árin av plastdálking á sjónum” - fyrilestur við Jóhannis Danielsen, lívfrøðingi.
Umhvørvisstuðulin 2017, Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika verða latin. Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, handar virðislønirnar.
Livandi tónleikur við Benjamin Rajani

Hósdagur 27. apríl
- Plastburturkast í Steinatúni
Glasklár bingja sýnir fram plastburturkast frá ruddingardøgunum í Steinatúni.
- “Plastnýstla og plastdálking”
Framsýning í Speakers Corner, Vaglið.
kl. 8.00 Verkstova um plast
Tiltak fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu í skúlanum á Fløtum. Tilmelding á erlao@setur.fo.
kl. 9.00 “Plasthúsið”
Tiltak fyri 6.-9. flokkum í Reinsarínum og í Ostahúsinum. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 9.00 Teknikapping á Býarbókasavninum
Opið er til kl. 21.00.
kl. 9.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Postarenning fyri elstu børnunum í dagstovnum og skúlum (1.-4. flokkur) á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 9.30 “Plastsansarúm”
Framsýning úr plastburturkasti í Perluni. Remida Føroyar skipar fyri tiltakinum. Opið er til kl 16.
kl. 10.00 Bindi kafé á Býarbókasavninum við Sissal Kristiansen
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðligari bummull.
kl. 13.00 “Handil við leysvektsvørum”
Framsýning í Ostahúsinum. Opið er til kl 16.
kl. 14.00 Bindi kafé á Býarbókasavninum við Sissal Kristiansen
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðligari bummull.
kl. 19.30 Bindi kafé á Býarbókasavninum við Guðrun Ludvig
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðligari bummull.

Fríggjadagur 28. apríl
- Plastburturkast í Steinatúni
Glasklár bingja sýnir fram plastburturkast frá ruddingardøgunum í Steinatúni.
- “Plastnýstla og plastdálking”
Framsýning í Speakers Corner, Vaglið.
kl. 8.00 Verkstova um plast
Tiltak fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu í skúlanum á Fløtum. Tilmelding á erlao@setur.fo.
kl. 9.00 Teknikapping á Býarbókasavninum
Freistin at lata inn tekningar er kl. 12.00. Vinnararnir fáa beinleiðis boð.
kl. 9.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Postarenning fyri elstu børnunum í dagstovnum og skúlum (1.-4. flokkur) á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.
kl. 9.30 “Plastsansarúm”
Framsýning úr plastburturkasti í Perluni. Remida Føroyar skipar fyri tiltakinum. Opið er til kl 16.
kl. 13.00 “Handil við leysvektsvørum”
Framsýning í Ostahúsinum. Opið er til kl 16.

Leygardagur 29. apríl
kl. 10.00 Plantið eitt træ
Øll fáa ein ókeypis plantupakka at taka heim við. Trý sløg at plantupakkum eru at velja ímillum:
• plantupakki við harðbaldnum runnum og trøum
• berjarunnarpakki
• pakki við fleiráraurtum
Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 6.mai.
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, handar vinningarnar til vinnararnar av teknikappingini.
Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall
Plantumarknaður í gongugøtuni
“Plastnýstla og plastdálking”
Framsýning í Speakers Corner, Vaglið.
Kreativur verkstaður um plast
“Handil við leysvekstsvørum”
Framsýning á Vaglinum.
“Plastsansarúm”
Framsýning úr plastburturkasti í Perluni. Remida Føroyar skipar fyri tiltakinum. Opið er til kl 15.
Plastburturkast í Steinatúni
Glasklár bingja sýnir fram plastburturkast frá ruddingardøgunum í Steinatúni.