Ruddingardagur - Vinn trivnaðarpakka fyri 20.000,-

Aftur í ár verður Ruddingardagurin skipaður á tann hátt, at tey sum taka lut skulu melda seg til og verða síðani við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka, virði kr. 20.000 krónur. Treytin er, at ein bólkur á minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum tiluv@torshavn.fo.

Bjóðið tykkum fram á uv@torshavn.fo áðrenn 11. mai.

Virkir og stovnar
Ruddingardagur verður fyri skúlar, barnagarðar, virkir og stovnar v.m. 13. mai. Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við fríggjadagin, kl. 08.00-15.00.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tel. 25 40 10 (Tórshavn) og tel. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, millum kl. 10.00-17.00. Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

Feløg og skótar
Almenni ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur verður 14. mai. Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við leygardagin, kl. 08.00-15.00.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann á tlf. 25 40 10 (Tórshavn) og tlf. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, millum kl. kl. 10.00-17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00-16.00. Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

Plantið eitt træ
Til ber hjá skúlum, virkjum og stovnum í kommununi at fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost á uv@torshavn.fo. Eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og líknandi felagsskapir kunnu eisini fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost til uv@torshavn.fo.
Tak niður skránna
Til ber at taka niður skránna fyri Umhvørvisvikuna 2016 HER