tónlistaskúli
Lýsing

Tað vóru rungandi lógvabrestir at hoyra av áskoðaraplássunum í Býráðssalinum 30. mars 2017, tá ið Tórshavnar býráð endaliga samtykti nýggja Tónlistaskúla.

Skúlin kostar slakar 90 milliónir, 26 milliónir eru tøkar, og restin verður fíggjað við sløkum 45 milliónum í 2018 og 18 milliónum í 2019. Skúlin er vorðin eitt sindur størri enn upprunaliga ætlað. Høllin kann hýsa stórum framførslum. Upp móti 800 næmingar verða knýttir at skúlanum.

Tónlistaskúlin verður bygdur í umhvørvinum við Landavegin við m.ø. Skúlanum á Fløtum og Glasir sum grannum. Umframt at hýsa tónleiki verður talan um mentanarhús við rúmd fyri nógvari aðrari list.

Samtykt varð 30. mars 2017 at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Húsavarðartænastuni.

Støða
Kunning kemur

Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Tórshavnar kommuna
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari:
Byggiharraráðgevi:
Tíðarætlan: 2020 Samlaður fíggjarkarmur: 100 mió. kr.
Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923

Birita Wardum
Býararkitektur
t-post: biritaw@torshavn.fo