Plantupakkin

Leygardagin 29. apríl klokkan 10 verður afturvendandi tiltakið “Plantið eitt træ”. Øll fáa ein ókeypis plantupakka at taka heim við. Trý sløg at plantupakkum eru at velja ímillum:

• plantupakki við harðbaldnum runnum og trøum
• berjarunnarpakki
• pakki við fleiráraurtum

Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 6.mai.

Nærri lýsing av ymisku plantusløgunum kemur seinni.