Tvíhøll á Hálsi
Lýsing
Farið er undir at víðka um Høllina á Hálsi. Høllin verður bygd út til eina tvíhøll soleiðis, at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Aftrat hesum verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.
Veggurin millum hallirnar verður tikin niður
Arbeiðið at byggja út Høllina á Hálsi gongur væl, og nú er veggurin millum verandi høll (nevnd Høll 1) og komandi høllina (nevnd Høll 2) tikin niður.

Á myndini sæst, hvussu tað tekur seg út. Í løtuni er Høll 1 stongd, men ætlandi letur hon uppaftur í august, tá ið ein fyribils dustveggur er settur upp. Ætlandi verður alt arbeiðið liðugt um árskiftið.

Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd(kurla)torshavn.fo
telefon 213923

Bergur Rask
Verkætlanarleiðari
t-post: berguro(kurla)torshavn.fo
telefon 212401
Áskoðarapláss í útboði
Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út uppgávuna at veita flytilig áskoðarapláss til Høllina á Hálsi. Útbjóðingartilfarið og boðsskjal sæst niðanfyri.

Útboð flytilig áskoðarapláss HáH 13 september 2017.pdf

Høllin á Hálsi A2_Uppstaltur.pdf

Høllin á Hálsi A1_PLANTEKNING.pdf

Frymil_útboð_teleskoptrib.rættað 14 sep 2017.pdf
(GG skjalið rættað 14. sep)

HØLIN AV HÁLSI.dwg
(krevur serligt forrit at lesa)

Viðheftisskjal 06 eks. gólv-vegleiðandi tekning.pdf

svar uppá spurningar rættingarskriv 19 sept 2017.pdf
Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Mentamáladeildin
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari: Contractor, Búsetur, Install, Maria Poulsen
Byggiharraráðgevi:
Tíðarætlan: Arbeiðið byrjaði í mai 2016. Liðugt 2018. Samlaður fíggjarkarmur: 52 mio. kr.

Meira kunning um Tvíhøllina á Hálsi sæst HER