Føroya Regatta 2016

Koma á Havnina hósdagin 7. juli, kl. 19 – ferðafólk kunnu sigla heimanífrá við Johonnu, Westward Ho, Norðlýsinum, Draganum ella Thorshavn.

SIGLT VERÐUR
Fríggjadagin 8. juli, av Havnini
kl. 10 – koma á Vág kl. 19.         
Sunnudag 10. juli, av Vági kl. 14
til Havnar – Tvøroyri.

FERÐASEÐLAR
Kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið ella umborð. Einkult ferð kostar 100 kr. / 300 kr. og allur teinurin kostar 800 kr. Barn, yngri enn 14 ár, ferðast ókeypis saman við vaksnum. Gistast má á landið.







Hósdagin 7. juli
Kl. 18.00
Matur og drekka fæst til keyps í tjaldinum millum, Müllers Pakkhús og Skeiva Pakkhús.

Kl. 18.30
Havnar Harmonikufelag spælir á Høgu kei við Müllers Pakkhús – meðan regattaflotin siglir inn og legst við bryggju.

Kl. 19.00
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri flytur fram røðu.

Kl. 19.15
Formaðurin í Felagnum fyri Træseglskip Hans Eli Hansen ber fram heilsu.

Kl. 19-21
Almenningurin hevur høvi at vitja umborð.

Kl. 19.30
Spennandi skattajakt fyri børn (5-12 ár). Skattajaktin byrjar umborð á Westward Ho og varir 1 tíma. Luttakararnir fáa stutta leiðbeining og byrjað verður í bólkum við 3 min. millum hvønn bólkin. Hvør luttakari fær eitt skattakort – ein vaksin er vælkomin at luttaka saman við børnunum.

• Vinningur: Okkurt spennandi verður til børnini.

Kl. 21.00
Føroyskur dansur í Skeiva Pakkhúsi.

Kl. 22.00
„Syngið við“ í Müllers Pakkhúsi.