Ergoterapi


Ergoterapi í Heilsu- og umsorganartænastuni virkar fyri, at eldri borgarar hava ein virknan gerandisdag og kunnu taka lut í samfelagnum eftir tørvi - sama hvør heilsustøðan er, ella hvørjar umstøðurnar annars eru.

Sjey ergoterapeutar og ein leiðandi ergoterapeutur manna ergoterapeuttoymið. Av hesum arbeiða tveir ergoterapeutar við fyribyrgjan og heilsustimbran.

Ergoterapi snýr seg um ávikavist fyribyrging og heilsufremjan, endurvenjing og tillaging.

Fyribyrging og heilsufremjan
Talan er til dømis um at fyribyrgja vandan fyri at detta, at fyribyrgja lívsstílssjúkum og varðveita førleikar við at stimbra eldri borgaran og eggja honum at vera virknan í gerandisdegnum - bæði likamliga, sálarliga og sosialt. Hetta verður gjørt við millum annað venjingum í eitt nú Badmintonhøllini. Tilboðið er til fólk frá 60 ára aldri og á minni liðum.

Endurvenjing og tillaging
Arbeitt verður við at endurvenja mistan førleika ella at tillaga førleika, sum ikki ber til at endurvenja. Støði verður tikið í, at einstaki borgarin sjálvur veit, hvat hevur týdning og er neyðugt fyri, at hann kann virka í gerandisdegnum. Í hvørjum einstøkum føri verður hædd tikin fyri, hvussu borgarin megnar og vil taka lut.

Mál verða sett saman við borgaranum og møguligum avvarðandi og starvsfólki. Arbeiðið fram ímóti málinum verður gjørt í tøttum samstarvi millum borgaran, møgulig avvarðandi, starvsfólk og ergoterapeutin.

Samband við ergoterapeut
Tygum ella avvarðandi kunnu seta tykkum í samband við Heilsuhúsið, visitasjónina ella boða dagligu heimahjálpini ella heimasjúkrarøktarfrøðingi frá.

Hvør kann fáa ergoterapi
• Borgarum við skerdum førleika stendur í boði at fáa venjing, vegleiðing í at brúka hjálpartól, bústaðartillaging og lag verður lagt á at tillaga gerandisdagin og førleikarnar.

• Borgarar eldri enn 60 ár kunnu taka lut í fyribyrgjandi og heilsufremjandi liðvenjingum í millum annað Badmintonhøllini.

• Røktarstarvsfólk kunnu fáa vegleiðing í arbeiðsstøðum, at flyta borgaran og at brúka hjálpartól og tillaga umhvørvið.
Ávísing
Ávísing til fysioterapi og ergoterapi ber til at fylla út talgilt og senda avstað HER
Kunning/spurningar
Heilsuhúsið
Tórsgøta 25
FO-100 Tórshavn

Elsa Maria Mikkelsen er leiðari fyri ergoterapeutarnar.

Tel 30 20 00
mán.- frí. kl. 8.00-16.00.

Teldupostur: heilsuhusid@torshavn.fo