Annað privat burturkast

Burturkast sum t.d. avroð, upptøka eftir slakt og veiðu, urtagarðsburturkast, stórrusk og burturkast frá smærri umvælingum í egnum bústaði er ikki fevnt av innheintingarskipan.

Hetta slagið av burturkasti hevur títt húsarhald skyldu til sjálvt at lata inn á móttøkustøð, sum kommunan ávísir. Tað er ókeypis.

Tó kann fiskaslógv gravast niður á egnari grund, treytað av, at hetta ikki er til heilsuvanda ella ampa hjá grannum og umhvørvi. 

Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

IR Lastbilar
Tel. 77 11 50