Útstykking við Klingrutjørn


Stykkjað verður í løtuni út til 48 grundøki á Argjum. Nýggja útstykkingin eitur við Klingrutjørn. Talan er um økið vestan fyri skúlan á Argjahamri uppi yvir Glyvursvegnum. Grundøkini verða áleið 400 fermetrar til víddar. Fólk á bíðilistanum til grundøki hava fingið sendandi bræv, og freistin at boða kommununi frá, hvørt áhugi er at taka av einum øki, er farin.

Øll grundøkini eru lutað út.

Grundøkini liggja við býlingsveg. Og grundøkini undir vegnum eru staðsett eina húsahædd undir veghædd, og grundøkini uppi yvir vegnum eru staðsett umleið 60 cm yvir veghædd. Á útvaldum støðum verða skipað almenn parkerings- og vendipláss.

Articon stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið. Játtaðar eru góðar 21,5 milliónir krónur, sum er samlaði kostnaðurin fyri at gera økið klárt hjá fólki at byggja á.

Yvirlit yvir grundøkini sæst HER
Ofta settir spurningar
Hvussu sær stykkið út, tá ið tað er slættað og byggibúgvið?
Er ovara síða í niðaru hædd undir jørð?
Verður sprongt, so frítt er rundan um øll húsini í niðaru hædd?
Ber til sjálv/ur at hyggja at grundøkinum undir Kongavarða?
Hvussu verður við parkeringsplássum?
Eru frávik, sum kunnu gerast við 2,5 metur mark til granna?
Eru øll stykki 18 metrar breið?
Kemur nakar kostnaður aftrat umframt prísurin fyri sjálvt grundøkið?
Hvussu gongur við útstykkingini - nær eru stykkini byggibúgvin?
Kann væntast eykarokning fyri grundøkið?
Umframt egin parkeringspláss ber so bara til at seta bilin fram við vegnum?
Byggisamtykt fyri økið
Nú stykkjað verður út við Klingrutjørn, er almenna byggisamtyktin broytt samsvarandi kortinum HER

Økið A3 er víðkað munandi og er ætlað bústaðabygging.
Yvirlit
Yvirlit yvir grundstykkini sæst HER
Tilfar um útstykkingina
Í bóklinginum niðanfyri eru dømi um, hvussu til ber at skipa einstøku grundøkini. Stykkini er umleið 400 fermetrar til víddar og klár til bygging, umframt at allar leiðingar eru lagdar til hvørt stykki. Grundøkini eru slættað eftir føstum leisti við fastari kotu.

Útstykking við Klingrutjørn