Ansa eldri og óhjálpnum heima


Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima hevur til endamáls at tryggja, at tann óhjálpni fær støðuga røkt og hjáveru soleiðis, at hann kann verða verandi heima heldur enn á røktarheimi.

Hvør kann verða ansaður?
Samsýning fyri at ansa kann verða veitt, tá ið tann óhjálpni hevur fylt 67 ár, og tørvur er á støðugari røkt og hjáveru. Tað er, at brúk er fyri hjálp, umsjón og umsorgan alt samdøgrið. Heilsu- og umsorganartænastan metir, hvørt ansing er rætta tilboðið.

Hvør kann verða ansari?

Heilsu- og umsorganartænastan metir, hvørt umsøkjari er førur fyri at átaka sær uppgávuna at ansa. Ein heildarmeting av heilsuligu og sosialu viðurskiftunum hjá umsøkjaranum er grundarlag fyri avgerð, hvørt samsýning kann verða játtað.

Ansarin má ikki hava stórvegis annað lønt arbeiði. Vegleiðandi ikki meira enn 20 tímar um vikuna. Hevur ansarin arbeiði við síðuna av ansingini, má trygd vera fyri, at onnur eru í húsinum, sum kunnu vera um tann óhjálpna, tá ið ansarin er til arbeiðis.

Les meira HER.
Faldari
Les faldara um hetta at ansa eldri og óhjálpnum heima HER.
Umsóknarblað
Tak niður umsóknarblað at fylla út HER