Val til eldraráðið 2016

Val til Eldraráðið verður hildið 4. hvørt ár. Valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir valið.
Valúrslit

Á eldraráðsvalinum 2016 bar til bæði at velja um talgilda skipan og við brævatkvøðu. Í alt 11 valevni bjóðaðu seg fram.

4.419 borgarar yvir 60 ár valdagin høvdu valrætt. Í alt vóru 2.069 fólk á vali, hetta er 46,8% av veljarunum.

Valúrslitið var hetta:
Katrin Holm 471 atkvøður
Erna Háberg 291 atkvøður
Julianna Klett 289 atkvøður
Petur Rouch 252 atkvøður
Helgi Hansen 154 atkvøður
Niels Pauli Danielsen 148 atkvøður
Tórgerð Dam 127 atkvøður
Eyrith Leyni 104 atkvøður
Brynhild Danielsen 85 atkvøður
Ása A. Østerø 77 atkvøður
Suffía Eliasen 68 atkvøður

Tríggjar atkvøður vóru blankar.

Vald í eldraráðið eru Katrin Holm, Erna Háberg, Julianna Klett, Petur Roach og Helgi Hansen.

Varalimir eru Niels Pauli Danielsen, Tórgerð Dam, Eyrith Leyni, Brynhild Danielsen og Ása A. Østerø.

Nývalda eldraráðið í Tórshavnar kommunu tekur við 1. januar 2017. Eldraráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Valevni
Hesi bjóðaðu seg fram at umboða Eldraráðið á valinum 2016:

Eyrith Leyni, Tórshavn
Brynhild Danielsen, Tórshavn
Julianna Klett, Tórshavn
Ása A. Østerø, Tórshavn
Torgerð Dam, Kollafjørður
Niels Pauli Danielsen, Tórshavn
Petur Rouch, Tórshavn
Erna Háberg, Argir
Katrin Holm, Tórshavn
Helgi Hansen, Argir
Suffía Eliasen, Tórshavn
Um eldraráðið
1. januar 2006 fekk Tórshavnar kommuna eldraráð. Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt. Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.

Eldraráðið skipar seg sjálvt
Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið. Tórshavnar kommuna setir eina upphædd á fíggjarætlanini til eldraráðsins virksemi. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Soleiðis atkvøða tygum
Atkvøðugreiðlsan endaði á middegi týsdagin 18. oktober 2016.

Til bar at atkvøða antin við brævi ella elektroniskt. Allir borgarar í Tórshavnar kommunu, sum høvdu valrætt valdagin, fingu sendandi bræv við vegleiðing til elektroniska atkvøðugreiðslu, vallistum og brævbjálva.
Eldraráðið
● 



Eldraráðið ráðgevur
býráðnum í eldrapolitiskum
spurningum




Eldraráðið er sett fyri eitt
valskeið, ið er fýra ár




Eldraráðið hevur fimm limir
og fimm varalimir





Fyri at kunna stilla upp og
atkvøða skal tú sjálvan
valdagin vera 60 ár ella eldri



Eldraráðið hevur skrivstovu í
Tilhaldinum í Tórsgøtu

Valevnisfráboðan og faldari