Náttúra, umhvørvi og varðveiting

Evnið, náttúra, umhvørvið og varðveiting fevnir um ein røð av evnum, ið eru av týdningi fyri teimum átøkum, ið skulu gerast fyri at varðveita okkara vakra umhvørvi. Tað veri seg burðardygga samfelagsmenning, varðveitingarverd siðsøgu- og mentanarumhvørvi, lendisannlegg, ábygd øki, gomul bygdaløg heimrustir, tey óbygdu grønu økini millum hús og frítíðarítrivs- og náttúruøkini.

Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at taka umhvørvið við í øllum virksemi. Kommunan arbeiðir støðugt við burrðardyggari samfelagsmenning, sum tryggjar lívsgrundarlag og góðsku fyri núlivandi og komandi ættarlið.

Náttúra, umhvørvið og varðveiting hevur hesi undirheiti: Mentanararvur, varðveiting og byggilist, Hagin og óbygdu økini, Náttúruvirði, Jarðfrøðisvirði, Landbúnaður og traðir, Viðarlundir og vakstrargarðar, Strendur, áir og vøtn, Veðurlag og orkuviðurskifti.