Mentanarumhvørvi, varðveiting og byggifrøði

Tað eru, í verandi bý- og bygdaløgum, byggilistarlig og bygdarkend virði av bæði eldri og yngri tíðarfesting. Til verandi mentanarumhvørvi, við serligum virði, hoyra tær elstu búsetingarnar bæði í bygd og bý, festigarðarnir, umframt serlig útferðarstøð frá gamlari tíð og støð har fólk fjaldu seg fyri sjórænarum. Staðbundnu náttúruvirðini, mentanarvurin og siðsøgan á støðunum eru stór og týdningarmikil virði fyri kommununa.

Dygd og haldføri eru í hásæti, tá tosað verður um byggilist og býarbygging. Dygdargóður arkitekturur skal vera endamálið, bæði tá umræður nýbygging, varðveiting og endurbygging. Høvuðsboðskapurin skal tí vera, at kommunan er gitin fyri vakra, ymisliga og atkomiliga náttúru, dygdargóð íbúðarøki, virðismikil mentanar- og siðsøgu umhvørvi, og av hesum eitt áhugavert stað at búseta seg og arbeiða í.

Sambært ætlanartilgongdini skula varðveitingarverdir bygningar, býar- og bygdaløg eyðmerkjast, fyri at tryggja hesi í framtíðar ætlanartilgongd. Somuleiðis skal ætlanartilgongin tryggja virðismikil mentanarviði og onnur munandi siðsøguminni.

Tórshavnar kommuna hevur orðað uppskot til arkitekturpolitik, grøna ætlan og gula ætlan fyri Tórshavnar kommunu.