Endurnýtslan á Hjalla

Endurnýtslan á Hjalla er gjørd til at taka ímóti bæði vinnuligum og húsarhaldsruski. Umstøðurnar eru góðar og arbeiðsumhvørvið er trygt og tíðarhóskandi.

Skipað viðurskifti eru við móttøkuna á Endurnýtsluni, har bingjur við frámerki standa, og sagt verður frá, hvar tað ymiska burturkastið skal koyrast. Hetta fyri at lætta um, tá skiljast skal. Sumt skal brennast, annað tyrvast og okkurt beinast burtur aðrar vegir.

Inni eru umstøðurnar eisini av teimum bestu. Nógv er gjørt burtur úr umhvørvinum. Bæði at halda alt reint og ruddiligt, úr trygdini og ikki minst hvussu arbeiðsfólkið best og lættast kann handfara tað, ið kemur á støðina.

Til dømis er deildin, har vandamikið burturkast so sum kemikaliur, akkumulatorar, ymsar veskur og so framvegis kemur inn, útgjørt við nútímans tøkni og við teimum amboðum, sum skulu til, um brúk verður fyri skjótari fyrstuhjálp. Til dømis veska at skola eyguni við, umframt ein stór brúsa, sum farast skal undir, um eitt nú kemikaliur koma á ein persón. Tað ræður um at skola alt slíkt burtur beinanveg. Sløkkiútgerð er eisini á staðnum.

Alt, sum inn kemur, verður sett á vognar, so tað slepst undan at lyfta ella bera nakað. Tá fyllast skal í stóru móttøkutangarnar, verður hetta gjørt við pumpum, fyri at tryggja, at einki verður stoytt aðrastaðni enn beint í tangan. Útsúgving verður sett við pumpurnar so vandamikil luft ella dampur ikki kemur í rúmið, sum fólk arbeiðir í. Og um tað av einihvørji orsøk hendir eitt óhapp, so okkurt verður stoytt á gólvið, verður hetta savnað í rennur, sum leiða tað í ein stóran tanga undir gólvinum, so tað ikki fer út í náttúruna.

Øll vandamikil evni, tað verið seg flótandi ella onnur, verða savnað undir tryggum umstøðum av fólki við skili fyri slíkum, og síðan send av landinum til endaliga burturbeining.

 

Opið er soleiðis
Endurnýtslan á Hjalla
Mán.-hós. kl. 8-17
Frí. kl. 10-17 
Ley. kl. 10-17 (bert privat burturkast)
Grøna ílatið
Her sært tú, nær grøna ílatið til papp og pappír verður heintað í 2017.

Álmanakki fyri 2017