Leiðreglur mentan og frítíð

Í Tórshavn og í bygdunum verða tað eftir umstøðunum løgd út øki til almenn endamál so sum
mentan, frítíð og ítrótt.

Karmarnir í Tórshavnar kommunu innan mentan og frítíð skulu hava eina røð av hentleikum og
stovnum. Dentur verður lagdur á at miðsavna í deplar, har tað gevur fyrimunir, og annars tryggja
ávísa spjaðing av anleggunum. Neyðugt er at hava miðvíst viðlíkahald fyri at tryggja góðskuna av anleggunum. Gjørdur verður ein mentanar- og frítíðarpolitikkur, ið setur nærri meginreglur fyri
arbeiðið.

Ætlanin inniheldur bókasavn, framsýningarhøli, sjónleikarhús, ítróttaanlegg, skjótibreyt, badminton,
tennis, seglítrótt, rógving, ungdómshús, tónleikaskúla, skótavirksemi, ríðibreytir, golfbreyt,
náttúruskúla, sum tað framgongur av kortunum!

Uttandura anlegg verða so vítt til ber løgd í innangarðsøki, um tað er sambærligt við
verndaráhugamál og onnur býarskipanarlig atlit.

Málið er, at slík anlegg so vítt til ber kunnu brúkast til ymisk endamál og verða alment atkomilig. Tá
anlegg verða løgd innangarðs, skal dentur verða lagdur á at taka atlit til óljóð, ljós, bygging skal
avmarkast og tillagast, har fyrilit verða tikin til nærumhvørvi.

Í haganum skulu gerast rørslu- og upplivingargøtur, har tað letur seg gera, fyri at stuðla undir….
Fram við sjónum verður kannað, um til ber at gera fleiri lendingar til kajakkir o.l., og at onnur atlit ikki
tala móti tí.

Anlegg, ið krevur týðandi øki
Ítøkilig meting, men í mest møguligan mun á kommunalum øki, tó eisini atlit til kloakk, vatn og vegir, atkomu, ferðslu.