Fólkatalsbroyting

Tann 1.1.2016 var fólkatalið í Tórshavnar kommunu umleið 20.5120 fólk. Niðanfyri sæst broytingin í fólkatalinum 2008-2016. Fólkatalið í kommununi hevur verið vaksandi seinastu árini.



Fólkatalið er í miðal hækkað við uml. 0,7 prosentum um árið í árunum 2008-2016. Í 2014 og 2015 er fólkatalið hækkað við 1,41 og 1,53 %.



Aldursbýtið
Niðanfyri sæst broytingin í aldursbýtinum í fólkatalinum árini 2008-2016. Hesi árini er talið á børnum í aldursbólkinum 0-15 ár minkað við 106. Talið á fólki yvir 67 ár er vaksið við 662 í sama tíðarskeiði. Hetta merkir í prosentum, at talið á børnum og ungum er lækkað úr 24 niður í 23 prosent, og at talið á eldri fólki er hækkað úr 10 upp í 13 prosent.



Fólktalið í býarøkjunum

Meginparturin, uml. 91 prosent av fólkunum í kommununi búgva í býarøkinum Tórshavn, tað er Tórshavn, Argir og Hoyvík. Tey seinastu uml. 9 prosentini búgva í bygdunum í kommununi.



Stødd á húskjum 2013
Samantalt eru umleið 6.944 bústaðareindir í kommununi. Í 2013 vóru 2,9 fólk í hvørjum húski í miðal. Støddin á húskjum skifti millum 2,7 og 3,4 fólk í hvørjum húski, lægst í Tórshavn og hægst í nýggjaru bústaðaøkjunum sum t.d. Hoyvík.