Endamál

Málið er at økja um áhugan at varðveita og menna siðaarv kommununnar. Tað skal gerast við:

At umsitingin og miðlingin av siðaarvinum hjá kommununi fevnir um friðaðar og varðveitingarverdar byningar, bý- og bygdaløg, kirkjur og tilhoyrandi nærøki, friðaði fornminni, grótgarðar, neyta- og vøllgarðar og aðrar garðar, siðsøgu- og mentanarsøgulig áhugaøki o.a.

At rit, ritgerðir og frágreiðingar (t.d. býar- og bygdaatlas, miðbýarætlanin og bygdaætlanir) um siðaarvsvirðini verða partur í kommunalu umsitingarligu viðgerðini av tílíkum málum

At serligt atlit verður tikið, tá talan er at røkja og hava í hondum ábyrgdina av teimum økjum, ið eru eyðmerkt varðveitingarverd í kommunuætlanini

At tann samlaða skrásetingin av varðveitingarverdum bygningum í allari kommunun verður miðla víða til avvarðandi borgarar og bygningsánarar, og at nýta sum amboð tá umræður einkultar sakir.

At hond verður tikin um friðaðar og varðveitingarverdar bygningar, bý- og bygdaløg, kirkjur og teirra nærumhvørvi