Býarumhvørvið

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at skráseta og raðfesta býarumhvørvið í kommununi. Sum grundarlag fyri skrásettu umhvørvini verður SAVE-skipanin í høvuðsheitum nýtt. 

SAVE-skipanin hevur vanliga skrásett virðismikil býarumhvørvi í trimum, frá tí yvirskipaða til serlutirnar, soleiðis: Høvuðseyðkenni, t.d. stórir vegir, miðingarlinjur og útsýni (til býin og úr býnum), serstøk og týðandi lendisviðurskifti (ein áardalur, ein fjørður og tílíkt) – Byggingarmynstur, t.e. býlingar og størri byggingar – og Sereyðkenni í byggingini, t.d. serstakir bygningar (kanska ein bóndagarður) ella eitt størri hús við urtagarði. Ætlanin hevur frá byrjan verið, at frágreiðing um byggingarmynstur o.a. skal hava aftur at sær eina meting, sum síðani kann verða vegleiðing, tá ið seinni ætlanir skulu leggjast. Stýrið fyri Mentanararvin í Danmark hevur seinast lýst eitt mentanarumhvørvi ella eitt virðismikið býarumhvørvi sum ”eitt landafrøðiliga avmarkað øki, sum í sínum skapi og skipan vísir á týðandi eyðkenni í samfelagsligu menningini”. Soleiðis økjast møguleikarnir fyri at taka onnur viðurskifti við enn tað byggifrøðiliga, t.d. lendisviðgerð og mannaskapað náttúruøki. 

Skrásetingin av býarumhvørvum umfatar í hesum atlasi bæði størri heildir í býnum, soleiðis sum hann er nú, og minni øki ella býarpartar, sum hava felags eyðkenni sum aldur, virksemi ella uppruna. Høvuðsdenturin er lagdur á teir eld­ru partarnar av býnum, men einstøk nýggj býarøki eru eisini tikin við. Kortið vísir, hvørji umhvørvi eru skrásett í sambandi við arbeiðið. Tey kunnu verða býtt soleiðis sundur:

SAVE-skipanin hevur vanliga skrásett virðismikil býarumhvørvi í trimum, frátí yvirskipaða til serlutirnar, soleiðis: Høvuðseyðkenni, t.d. stórir vegir, miðingarlinjurog útsýni (til býin og úr býnum), serstøk og týðandi lendisviðurskifti(ein áardalur, ein fjørður og tílíkt) – Byggingarmynstur, t.e. býlingar og størribyggingar – og Sereyðkenni í byggingini, t.d. serstakir bygningar (kanska einbóndagarður) ella eitt størri hús við urtagarði. Ætlanin hevur frá byrjan verið,at frágreiðing um byggingarmynstur o.a. skal hava aftur at sær eina meting,sum síðani kann verða vegleiðing, tá ið seinni ætlanir skulu leggjast. Stýrið fyriMentanararvin í Danmark hevur seinast lýst eitt mentanarumhvørvi ella eittvirðismikið býarumhvørvi sum ”eitt landafrøðiliga avmarkað øki, sum í sínumskapi og skipan vísir á týðandi eyðkenni í samfelagsligu menningini”. Soleiðisøkjast møguleikarnir fyri at taka onnur viðurskifti við enn tað byggifrøðiliga,t.d. lendisviðgerð og mannaskapað náttúruøki.Skrásetingin av býarumhvørvum umfatar í hesum atlasi bæði størri heildir íbýnum, soleiðis sum hann er nú, og minni øki ella býarpartar, sum hava felagseyðkenni sum aldur, virksemi ella uppruna. Høvuðsdenturin er lagdur á teireld­ru partarnar av býnum, men einstøk nýggj býarøki eru eisini tikin við. Kortiðvísir, hvørji umhvørvi eru skrásett í sambandi við arbeiðið. Tey kunnu verðabýtt soleiðis sundur:

Tey útvaldu býarumhvørvini kunnu síggast á kortinum niðanfyri. 


Kortini skula umframt staðseting og frágreiðing eisini hava ein meting av hvussu viðbrekin økini eru og eina tilráðing um ábøtur

Kortleggingin skal vera eitt amboð at nýta til kommuætlanargerð, fyrisiting og miðling av ”Býarumhvørvum”. Kortleggingin skal vera partur av málsviðgerðini í uttangarðslendi, haga, byggimálum, og tí partur av byggi- , niðurrívingar- , nýmótansgerð, umbygging ella endurnýggjan.

Tá serstakar byggisamtyktir verða gjørdar, skal støða takast til um verandi byggingar skula varðveitast mett sambært byggilist, siðsøgu, uppruna byggisiði og bygdalagi.

Í haga og landbúnaðarlendi eru serligar avbjóðingar, tí at landbúnaðarvirksemið skal kunna halda áfram sum higartil. Nýggir bygningar, umhvørviskrøv v.m. skula í mesta mun knýtast at verandi virksemi, bygningum, køstum o.s.fr.

Kommunan kann, í tann mun tað er møguligt, ansa eftir og síggja til, at siðsøga og mentanarvirði verða varðveitt sambært fyrisiting í aðrari lóggávu.