Varðveitingarverdir býarpartar og mentanarligt umhvørvi í býnum

Einstakir býarpartar og bygningar verða tiknir fram niðanfyri. Tórshavnar býaratlas hevur verið íblástur at lýsa stórfingna útsýnið, mentanarligt umhvørvi og bygningar. Bygningar eru virðismettir byggilistaliga, siðsøguliga, umvhørvisliga, eftir upprunaskapi og eftir, hvørjum standi teir eru í. Varðveitingarvirðið er ásett eftir einum talstiga frá 1 til 9. Virðið á friðaðum bygningum er 1.

Talan kann verða um hesi sløgini av friðing:
• Náttúrufriðing
• Bygningafriðing
• Friðing av viðarlundum
• Friðing av fornminnum
• Friðing av krígsminnum

Endamálið við náttúrufriðingarlógini er at verja náttúruna fyri bygging, anleggum, rávøruovurnýtslu og ótálmaðari skelting. Møguleiki er eisini at friða øki av vísindaligum, søguligum, fagurfrøðiligum, lívfrøðiligum ella lendisfrøðiligum áhuga. Í náttúrufriðingarlógini er m.a. ásett, at ikki er loyvt at byggja hús, íbúðir, skúrar ella annað líknandi uttan loyvi frá friðingarmyndugleikunum. Tó eru smáir bygningar, bygdir í sambandi við landbúnað, sum ikki misprýða náttúruna, undantiknir. Harumframt er ásett, at innan fyri býarmark krevst loyvi frá friðingarmyndugleikunum til at byggja:

• 100 m frá sjóvarstrond
• 300 m frá viðarlund
• 300 m frá vøtnum og breiðum áum (>4 m í botninum)

Við Hoydalsá hevur yvirfriðingarnevndin av praktiskum orsøkum ásett mark fyri, hvar ið loyvt er at byggja. Við Sandá hevur kommunan ásett mark, sum ikki er staðfest av friðingarmyndugleikunum.

Viðarlundir eru friðaðar við heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir. Jarðareigarar kunnu søkja um at fáa ogn sína friðaða til at planta viðarlund.

Bygningafriðing verður framd eftir løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948, har ásett er, at landsstýrið letur gera staðarskipaðan lista yvir “verðslige bygninger eller bygningsdele”, sum verða at friða. Listin verður kannaður 5. hvørt ár, og bygningar, sum eru eldri enn 100 ár, kunnu til eina og hvørja tíð setast á listan. Avgerðina um, hvat skal leggjast afturat (ella strikast av) listanum, tekur landsstýrið eftir tilmæli frá Fornminnisnevndini, og eigararnir kunnu ikki kæra avgerðina fyri dómstól. Friðingin kann eisini umfata umhvørvið rundanum, sum part av mentanar- ella siðsøguligum umhvørvi.

Fornminnið, Skansin, er friðað eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt vid løgtingslóg nr. 11 frá 19. april 1972.

Krígsminni eru friðað eftir galdandi lóggávu. Eisini krígsminni, sum eru yngri enn 100 ár, kunnu friðast. Minnini eru skrásett ájavnt við onnur jarðføst fornminni.

Virðismiklir býarpartar og friðað øki í býnum eru lýst niðanfyri, eins og har ið skrivað er um bygdirnar.