Friðaðir bygningar og øki

Týdningarmestu friðingar í Miðbýnum síggjast á Mynd 1


Mynd 1 Týdningarmestu friðingar í Miðbýnum

Tinganes og havnarlagið
Elsti partur av býnum, Tinganes, ið liggur millum tvær vágir, er eyðkent søguligt umhvørvi. Umhvørvið á Tinganesi minnir um tílík havnarløg í grannalondunum. Eystaravág og Vestaravág eru enn týðandi partar av Tórshavnar havn.

Úti á Tinganesi er eitt margfeldi av ymiskum bygningum og virksemi, bústaðir við smølum gøtum, skrivstovur hjá landsumsitingini og virkjum, sum hava virksemi í samband við havnina. Nógvir av bygningunum her eru bygdir seint í 17. øld, eftir at ein eldsbruni hevði lagt býarpartin partvís í oyði. Kirkjan er frá 1788 og er í dag dómkirkja í Føroyum. Smogan, Gongin, ið liggur norð og suður, var fyrr í tíðini høvuðsgøtan í Tórshavn. Ein serstøk byggisamtykt er fyri hetta økið, ið skal tryggja, at økið verður varðveitt. Nógv av húsunum her eru friðað eins og kirkjan, jbr. Mynd 14.

Eystan fyri Tinganes er Eystaravág, har ferjurnar leggja at. Á eystursíðuni á vágni er gøtan ”undir Ryggi”. Hetta er eitt av fyrst bygdu økjunum við havnarlagið, sum so við og við er blivið meira býarkent, samstundis sum Havnargøta er breiðkað og víðkað. Her er sprongt burtur úr klettinum fyri at skapa pláss til parkeringsøki, bussfarstøð og pláss til bíðirøðirnar av bilum, sum skulu umborð á ferjurnar, ið leggja at her.

Vestan fyri Tinganes er Vestaravág. Har er smábátahavnin við útróðrarbátum og frítíðarbátum. Inn frá vágni er Skálatrøð. Har er sprongt burturúr kleittinum, økið er slættað og javnað út á vágna. Skálatrøð verður í dag nýtt til parkeringsøki. Arbeitt verður fram ímóti, at kommunan finnur røttu nýstluna av hesum stóra øki, ið liggur so væl fyri oman móti sjónum. Tvørtur við Bryggjubakka eru vøkur pakkhús í alskyns litum. Um summarið er uttandurasøla, har selt verður ymiskt sjógæti – eitt nú fiskur og fuglur – eins og útikaféir eru framvið bryggjuni í Vágsbotni.

Longur vesturi er býlingurin við Rættará við Sigmundargøtu og Skiparagøtu vestanfyri. Nærri havnarlagnum er fabrikkin hjá Østrøm, innrættað av nýggjum, pakkhúsini og fyrsta amtssjúkrahúsið. Væntanir eru um, at hetta økið fer at gerast mentanarmiðdepil í býnum. Fyri sunnara enda á Skiparagøtu er Skipasmiðjan, sum byggir skip og veitir umvælingartænastur til skip.

Skansin
Skansin er friðaður av Føroya Landsstýri í 1955 eftir lóg um friðan av fornminnum (Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 om fridan av fornminnum og bygningum, som seinast broytt vid løgtingslóg nr. 11 frá 19. april 1972). Lógin ásetur, at ikki er loyvt at byggja innan fyri økini, sum víst eru á Mynd 2, og sum eru ogn hjá Tórshavnar kommunu.


Mynd 2 Skansin friðaður

Tinghúsvegur
Tinghúsvegurin er ein av elstu vegunum í Havn, sum er uppkallaður eftir Tinghúsinum, ið varð bygt við Vaglið í 1856. Tinghúsvegur liggur við eystara áarbakka á Havnará, ið nú er innilokað. Við sunnara enda á Tinghúsvegnum eru høgir bygningar og havar við gomlum trøum út til vegin. Ovarlaga á vegnum hava húsini urtagarð út til vegin. Fleiri varðveitingarverdir bygningar eru framvið Tinghúsvegnum.

Niðasti partur á Tinghúsvegnum er í dag ein týðandi farleið í Miðbýnum. Her er einvegis ferðsla norðureftir. Nógv ferðsla er á vegnum, sum er sambandið millum Miðbýin og Bøkjarabrekku.

Niels Finsens gøta
Henda gøta var fram til endan á 19. øld býarmark vestureftir, tá var lendið vestan fyri Niels Finsens gøtu at kalla óbygt. Gøtan lá fram við vestara áarbakka á Havnará. Fyrst í 20. øld vórðu Tórsgøta og Tróndargøta lagdar vestan fyri Niels Finsens gøtu, skipaðar vinkulrætt á hvørja aðra. Stórur áhugi er at varðveita leiðina framvið, har Havnará rann, og at varðveita gomul hús við vegin.

Tróndargøta og Niels Finsens gøta eru einvegis vegir, og eru eisini av týdningi sum skúlavegir.

Argir
Við Sandagerði og Argir er bygt báðumegin ánna, sum rennur út í Sandagerðsvág. Við Sandagerði er gamli prestagarðurin, sum varð bygdur um sama mundi sum Havnar Kirkja. Her byrjar ein grønur geiri, sum fer niðaneftir fram við Sandá.

Gamli parturin av Argjum eru tey gomlu húsini og neystini, ið liggja oman móti bátahylinum á Argjum. Bæði Sandagerði og gomlu býlingarnir á Argjum eru varðveitingarverd øki við virðismiklum bygninum.


Økini sunnan fyri og vestan fyri Argir eru løgd út til býarmenning. Lutfalsliga lága lendið og stutta frástøðan til býin er orsøk til hetta. Farið er undir at byggja brúgv um Sandá, og hetta er ein liður í ringvegaskipanini og ein partur av býarmenningini.

Hoyvík
Hoyvík er ein vík norðan fyri Havnina. Frá náttúrunnar hond er hon gott lendingarpláss, og har er ein lítil bryggja. Niðri í Hoyvík er gamal bóndagarður, jbr. Mynd 16, sum hevur verið her síðani miðøldina. Bóndagarðurin er í dag umvældur og er útisavn hjá Fornminissavninum. Her hevur verið royndarstøð til landbúnað. Hon varð bygd fyrst í 20. øld eftir donskum leisti. Uttanum Hoyvík er vakur laðaður grótgarður. Hoyvík er, og kemur eisini í framtíðini at vera partur av frítíðar- og savnsøki í Havn.


Mynd 3 Bóndagarðurin í Hoyvík og gamla royndarstøðin

Norðan fyri Hvítanesvegin eru nýggju bústaðarøkini í Hoyvíkshaganum