Skúlar

Skúlabygnaðarviðurskifti
Í Tórshavnar kommunu eru 10 kommunalir fólkaskúlar umframt 2 frískúlar. Í Skúlanum á Argjahamri
og Sankta Frans skúla eru forskúlar. Í Skúlanum á Argjahamri, Sankta Frans skúla og Skúlanum við
Løgmannabreyt eru frítíðarskúlar í skúlabygningunum.

Nám X sum felags 10. floks tilboð í kommununi húsast í E-lonini í Eysturskúlanum.

Forsøgn fyri børn og ung
Ítøkilig tøl

Prosentpartur av børnum og ungum til og við 18 ár sum partur av samlaða fólkatalinum í kommuni.
Bólkurin 0-6
Bólkurin 6-15
Bólkurin 15-18

Í eina tíð hevur verið væntandi, at talið av skúlabørnum verður fallandi komandi árini, men er nú
støðan. at tað er mett at standa nøkulunda í stað, tó so at støðan í løtuni bendir á eina ávísa
hækking. Verandi skúlar kunnu sum er rúma nøkrum hundrað skúlabørnum afturat, tó so at ikki er
vist, at børn kunnu sleppa í skúla í teirra nærøki.

Kring nakrar av skúlunum eru ferðslu-, atkomu- og parkeringsviðurskiftini ónøktandi, eins og
skúlagarðarnir eisini tørva at verða mentir meiri, so tað er meiri dragandi at vera virkin uttandura í
fríløtum. Nakrar bøtandi verkætlanir eru framdar og aðrar ávegis ella í umbúna.

Mentamálanevndin og Tórshavnar býráð samtyktu (?) á várið 2017 dagførdan skúlabygnað fyri
Tórshavnar kommunu. Sí skúlabygnaðin her. Høvuðsmál komandi árini er, at ......næmingatillagað
undirvísing, inklusión, eftirmeting, tøkni, førleikamenning, tvørfaklig toymi, fleksibult innbúgv....
Sum heild er stórt potentiali í at brúka mongu skúlabygningarnar meiri enn í verandi støðu. Til ber at
fáa hægri kapasitetsnýtslu, og vil umsitingin komandi árini leggja seg eftir at betra um støðuna,
soleiðis at tørvurin á øðrum bygningum minkar og samlaði fermetratørvurin kann minka. Herundir at
fáa frítíðarskúlar inn í skúlarnar allastaðni, har tað ber til, og møgulig klubbtilboð eisini.

Í sambandi við byggingina av Skúlanum á Fløtum verður í 2017 gjørd ein ætlan fyri framtíðar nýtslu
av skúlabygningunum hjá skúlanum á Argjavegi, í Fríðrik Petersens,gøtu, á Landavegnum, á
Frælsinum og í Kongagøtu.