Bókasøvn

Í Tórshavnar kommunu er, umframt høvuðsbókasavnið Býarbókasavnið í miðbýnum í Havn, eisini
fólkabókasavn í Skúlabókasavninum við Sjógv í Kollafirði og frá 2017 eisini fólkabókasavn í
Skúlabókasavninum í Nólsoy. Allir skúlarnir hava annars skúlabókasavn, men hava hesi ikki funktión
sum fólkabókasavn. Møgulig broyting í hesum fer helst ikki at viðføra nakran týðandi tørv
viðkomandi fyri kommunuætlanina.

Spurnakanning hjá Býarbókasavninum á heysti 2016 sýnir, at frástøðan til bókasavn tykist hava
ávirkan á, um fólk vitja bókasavn, og tí eigur at verða hugsað, um tað í sambandi við møguliga
umbygging av Hoyvíkar skúla.

Í 2015 bleiv upplatingartíðin hjá BBS munandi víðkað til m.a. út á kvøldið og í vikuskiftunum.
Býarbókasavnið ger árligan mál- og avrikssáttmála, ið sæst her. Sáttmálin inniheldur stevnumið vm.
fyri økið og er at rokna sum ein bókasavnspolitikkur. Ætlanin er í 2017 at gera ein bókasavnspolitikk,
ið fevnir bæði um býarbókasavnið og skúlabókasøvnini.

Komandi 5 árini er ætlanin at gera høvuðsumvæling av Býarbókasavninum. Bókasavnið fær fleiri m2 í
bygninginum og skal ætlandi rúma Rættarhjálpini, framsýningum, umframt at ætlanin er at gera eina
arkadu norðureftir gjøgnum bygningin til Sverrisgøtu og út móti Vaglinum og oman móti Tórsgøtu.