Musikkskúli

Kommunan hevur Tórshavnar Musikkskúla, sum húsast á Frúutrøð og í Djóna í Geil gøtu umframt í onkrum tilknýttum hølum afturat. Á Landavegnum er øki sett av til at byggja framtíðar tónlistaskúla, ið ætlandi verður bygdur 2018-19. Harumframt er í ávísan mun tónleikaundirvísing hjá Musikkskúlanum í fólkaskúlunum. Málbólkurin hjá skúlanum er børn og ung millum 6-25 ár og fevnir um eini xx ljóðføri. Skúlin hevur umleið 650 næmingar. Skúlin er týðandi leikari í mentanarlívinum í kommununi. Arbeitt verður við at fáa tætt tilknýti millum bygningarnar Skúlin á Fløtum og Tónlistaskúlan við Landavegin.